Søga

Søgan

Áskoðan eitur nú VITA.

Tá Áskoðan bleiv stovnað(2019)var okkara fokus á talgildar kundatænstuskipanir. Navnið kom frá, at kundin hevði sína hugsan um tænastuna hjá virkinum.

Eftir hetta flutti Áskoðan seg til at vera ein av førandi KT veitari hjá ferðavinnuni. Afturat hesum gjørdi Áskoðan eisini serskipanir til virkir.

Felagið hevur eisini vitan um alskyns KT loysnir, alt frá teldum, servarum, backupskipanum, hýsing, backend- og frontend menning og mangt annað.

Vit vóru sera væl nøgd við navnið Áskoðan, men tað hevur eisini givið okkum nakrar avbjóðing. Tí ynskja vit, eitt meira hóskandi navn til okkara virki og virðir og broyti navn til VITA (2021).

Okkara virki bleiv avbjóða tá korona stóð á, tí ferðavinnan var so hart rakt og tí var neyðugt aftur at skifta virkisleið. Í 2020 logdu vit virkisleiðina um til KT-ráðgiving, bæði innan- og uttanlands.

Hví VITA?

  • Vit hava breiða vitan um KT loysnir
  • Miðstavurnir IT er stytting fyri “Information Technology”
  • VITA er eitt altjóða navn
  • Á latíni merkir VITA lív
  • VITA gevur okkum kensluna av empati og eyðmjúkleika

 Vit húsast á Niels Finsens Gøtu í Tórshavn og um tú hevur tørv á okkara tænastum, so er kaffið bryggjað og tú ert vælkomin inn á skrivstovuna til eitt óformelt prát. Tú ert sjálvandi eisini vælkomin til at seta teg í samband við okkum, á telefon +298 219392 ella teldupost svenbjorn@vita.fo.