VIT HAVA NÓGVAR FØRLEIKAR.
NIÐANFYRI ERU OKKARA HØVUÐSØKIR.
Tænastur
Serbygdar virkisloysnir
Við drúgvum royndum og hollari vitan, hjálpa vit kundum okkara at loysa teirra avbjóðingar.
Ferðavinnuloysnir
Sum førandi KT-veitari til ferðavinnuna, hava vit lært, at skilja tørvin, ynskini og avbjóðingarnar hjá kundunum, við at lurta eftir hvat teir hava á hjarta
Forritan - Heimasíður
Ein heimasíða er tann almenni gluggin. Tí er sera umráðandi at samleikin er rættur. Hetta tryggja vit við at lurta og skilja tykkara tørv og ynskir og við at gera okkara forarbeiði ordiligt áðrenn farið verður undir at byggja tykkara heimasíðuloysn.
UM OKKUM
Hvør er VITA






Áskoðan eitur nú VITA.
Tá Áskoðan bleiv stovnað, var okkara fokus á talgildar kundatænstuskipanir. Navnið kom frá, at kundin hevði sína hugsan um tænastuna hjá virkinum.
Síðani hevur Áskoðan flutt seg til at vera ein førandi KT veitari hjá ferðavinnuni. Afturat hesum gera vit serskipanir til virkir. Millum annað hava vit ment Nýtsluna (nytslan.fo). Nýtslan er ein sakstýrings- og tíðarskrásettingarskipan, sum hjálpir vinnuni við strukturi og effektiviteti.
Vit hava vitan um alskyns KT loysnir, alt frá teldum, servarum, backupskipanum, hýsing, backend- og frontend menning og mangt annað. Tí veita vit eisini KT ráðgeving.
Vit hava verið sera væl nøgd við navnið Áskoðan, men tað hevur eisini givið okkum nakrar avbjóðing. Tí ynskja vit, eitt meira hóskandi navn til okkara virki og virðir.
Hví VITA?
- Vit hava breiða vitan um KT loysnir
- Miðstavurnir IT er stytting fyri “Information Technology”
- VITA er eitt altjóða navn
- Á latíni merkir VITA lív
- VITA gevur okkum kensluna av empati og eyðmjúkleika
Vit húsast á Niels Finsens Gøtu í Tórshavn og um tú hevur tørv á okkara tænastum, so er kaffið bryggjað og tú ert vælkomin inn á skrivstovuna til eitt óformelt prát. Tú ert sjálvandi eisini vælkomin til at seta teg í samband við okkum, á telefon +298 219392 ella teldupost svenbjorn@vita.fo.
Vision
Vit vilja menna okkara góðsku, tøkni og arbeiðsgongd – og á henda hátt vera tann mest virðisskapandi fyritøkan innan okkara vinnugrein.
Mission
Vit ynskja at vera besti veitari í heiminum innan okkara øki. Tá talan er um KT-loysnir, ynskja vit at VITA skal vera fyrsta val at samstarva við.
Virðir
Vit eru vinarlig og hava jaligan hugburð. Vit samskifta virðiliga við okkara viðskiftafólk og halda orð. Vit seta góðsku og nærlagni í hásæti. Vit raðfesta starvsfólkatrivna.
Niðanfyri finnur tú okkara dugnaligu starvsfólk
TOYMI
Hemming Petersen
KT – Mennari / Frontend og Backend
hemming@vita.fo
+298 273401

Durita Kvilt Jónsdóttir
KT -Mennari
Durita lesur til KT verkfrøðing í Danmark og starvast hjá okkum parttíð. Durita er sera dugnalig og er altíð við í hvat fyriferst innan nýggjastu tøknina.
Durita Kvilt Jónsdóttir
KT – Mennari / Frontend og Backend
durita@vita.fo

Thomas Gravdal
Uttanhýsis ráðgevi
Thomas Gravdal er normaður, sum býr í Føroyum. Hann siglur offshore, men tá hann er heima hjálpir hann okkum parttíð.
Thomas Gravdal
KT – Mennari / Uttanhýsis ráðgevi
SET TEG Í SAMBAND VIÐ OKKUM ELLA KOM FRAMVIÐ TIL EITT PRÁT.
SAMBAND
Sp/f Áskoðan – J.H. Schrøters gøta 7, 100 Tórshavn – +298 219392 – info@vita.fo