Starv hjá VITA AI
Bygg AI-loysnir hjá VITA AI
Vit vaksa – og leita eftir einum royndum Azure/.NET-mennara.
VITA AI er eitt lítið toymi av AI-serfrøðingum í Tórshavn. Vit brúka ikki bara AI – vit menna okkara egnu AI-tøkni, venja málmodellir og byggja AI-agentar og framkomnar AI-loysnir.
- Azure/.NET
- Tórshavn
- Fulltíð
- Smidligar arbeiðsumstøður
Hví VITA AI?
Vit hava stórar ætlanir. Hjá okkum fært tú ikki bara uppgávur at loysa – tú verður við til at taka avgerðir, velja tøkni og mynda loysnirnar frá byrjan.
Okkara mál er at vera millum fremstu AI-toymini í Norðurlondum. Tú fært eitt sjáldsamt høvi at arbeiða tætt saman við AI-serfrøðingum, menna tínar førleikar og gerast partur av einum umhvørvi, har vit sjálvi byggja tøknina.
Tú fert at
- menna AI-loysnir við C#/.NET og Azure, frá hugskoti til lidna loysn.
- taka tøkniliga ábyrgd og arbeiða við infrakervi, Kubernetes, Terraform og CI/CD.
- arbeiða við trygd, innritan og samleikastýring, eitt nú Keycloak og Samleikanum.
- hava ávirkan á arkitektur, tøknival og menningina av okkara egnu AI-tøkni.
Vit vænta, at tú
- hevur góðar royndir við .NET og Azure.
- trívist við bæði forritan og infrakervi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
- hevur áhuga fyri AI og vil menna tínar førleikar á økinum. Claude Code og AI-agentar eru longu partur av okkara gerandisdegi.
- dugir føroyskt, danskt ella enskt.
Tú nýtist ikki at kenna allar tøknirnar frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur gott tøkniligt grundarlag, tekur ábyrgd og hevur hug at menna teg innan AI.
Hjá okkum fært tú
- møguleika at gerast partur av einum serkønum AI-toymi og menna teg til AI-serfrøðing.
- høvi at arbeiða við framkomnari AI-tøkni, málmodellum og AI-agentum.
- veruliga ávirkan á tøknival, arkitektur og loysnir í einum lítlum toymi.
- atgongd til bestu AI-amboðini, goldin av okkum.
Praktiskt
- Arbeiðsstaður
- Tórshavn
- Starv
- Fulltíðarstarv
- Fjararbeiði
- Vit bjóða smidligar arbeiðsumstøður, har tú kanst arbeiða bæði á skrivstovuni í Tórshavn og heimanífrá.
- Løn
- Løn eftir førleikum og royndum.
Hevur tú áhuga?
Send stutt boð og CV til info@vita.fo, ella ring á +298 20 92 00, um tú vilt hoyra meira.
Vit tosa við umsøkjarar so hvørt.
Søk starvið