Vitlíki / AI

Klárgerð dátur til vitlíki

Lokalar dátur og vitlíki - tað er ikki bara "plug & play"

Lokalar dátur og vitlíki - tað er ikki bara "plug & play"

Mong halda, at man bara kann fóðra sínar egnu dátur beint inn í vitlíki og fáa góð úrslit. Men veruleikin er meira fløktur enn so.

Fyritøkur, sum vilja brúka egnu skrásetingar og vitan til leiting, sjálvvirkna greining ella upp­læring av vitlíkismodellum, mugu ofta inn­síggja: Bara tí tú eigur dáturnar, merkir ikki at tær eru klárar til vitlíki.

Sannleikin er tann, at vegur frá lokalum dátum til eina brúkiliga vitlíkis-loysn er ofta nógv longri enn fólk væntað.

Hvat stendur í vegin?

Ósamansett: Dátur eru spjaddar í Word-dokumentum, Excel-fílum, servarum, dátabasum, gomlum CRM-skipanum og óskipaðum teldupostum.
Óskipað: Dupultfílar, skeiv navnageving og manglandi dagføring.
Uttan kontekst: Ongar metadátur – vitlíki veit ikki hvør, hvat ella nær.
Ótrygg atgongd: Einki eftirlit á hvør hevur atgongd til hvat.

Tí virkar vitlíki ikki "bara".

Tað krevur arbeiði at fáa dátur upp á eitt støði, har tær kunnu brúkast til:

  1. 1 Semantiska leiting (semantic search)
  2. 2 Maskinlæru (ML)
  3. 3 Fine-tuning av málmodellum
  4. 4 Knowledge platforms og sjálvlærandi greining

Hvat skal til fyri at gera dátur klárar?

1

Fá yvirlit

Hvat hava tit? Hvar liggur tað? Hvør brúkar tað?

2

Rudda og skipa

Savna, stramma upp og skapa felags format.

3

Legg metadátur afturat

Skapa samanhang: Hvat snýr hetta seg um?

4

Skapa trygga og lætta atgongd

Har vitlíki kann brúka tað uttan at bróta trygdina.

5

Vernd av viðkvæmum dátum

Alt arbeiðið skal vera í trá við GDPR og dátuábyrgd.

Viðkvæmar dátur flyta seg ikki úr húsinum

Tá tað snýr seg um viðkvæmar dátur, eiga tær ikki at verða fluttar á eina "cloud-tænastu". Tað er betri, at vitlíki kemur til dáturnar – og ikki øvugt.

Vit hjá VITA arbeiða við loysnum, har fyritøkan hevur fult ræði á sínum dátum.

Vit hava longu hjálpt fyritøkum í Føroyum at:

Byggja knowledge platformar við egnum dátum.

Fyrireika dátur til leiting, ML og sjálvlæru.

Knýta saman ymiskar dátukeldur til eitt samla grundarlag


Tað snýr seg ikki um at hava nógvar dátur - men rætta slagið av dátum, sum er skipað rætt við røttum samanhangi.