KT Rágeving

VITA hevur greitt fokus á kunningartøkni. Vit skilja týdningin av at hava serkønar KT-ráðgevar, sum veita vinnulívinum dygdargóða ráðgeving og effektivar loysnir. Okkara tænastur fevna um alt frá netverksuppseting og trygd til skýtænastu (t.e. cloud service) og menning av forritum.


Vit trúgva, at góð ráðgeving er avgerandi fyri vøkstur og framgongd hjá fyritøkum. Tí leggja vit dent á tætt samstarv við okkara kundar fyri at skilja nágreiniliga, hvat tey ætla sær. Við okkara breiðu vitan og royndum megna vit at veita ráðgeving, sum er bæði viðkomandi og virðismikil.

 

Vit eru serliga errin av okkara førleika at tillaga okkum til umskiftiligar tøkniligar umstøður og krøv í marknaðinum. Vit leggja stóran dent á at menna og viðlíkahalda sterkan fakliga førleika, sum er grundarlagið fyri okkara framúrskarandi tænastu. Okkara toymi av serfrøðingum er altíð til reiðar at handfara nýggjar avbjóðingar og finna nýskapandi loysnir, sum hóska til tørvin hjá hvørjum einstøkum kunda og styrkja teirra støðu á marknaðinum.