Skeið og verkstovur í vitlíki
Vitlíki er undir eksplosivum vøkstri og tekur okkum inn í eitt heilt nýtt tøkniligt tíðarskeið.
Vitlíki hevur longu funnið veg inn í so at siga allar deildir í virkjum, og hetta sterka rákið tekur alsamt meiri dik á seg.
Valið er ikki longur um vit brúka vitlíki ella ikki, men um vit velja at reka í streyminum ella taka stýringina.
Kjattbottar og vitlíki hava longu broytt produktivitetin og góðskuna í arbeiðinum hjá starvsfólki tvørturum vinnugreinar.
Nýggju møguleikarnir eru óteljandi – men tað sama eru vandarnir og hóttanirnar.
Gevið tykkara virki ein fyrimun við skeiðum, ið klæða tykkum til at brúka vitlíki á tryggan og strategiskan hátt.
Vit bjóða strategisk skeið til leiðslur sum ynskja at taka stýringina, og gjøgnumførd grundskeið, ið lyfta førleikastøðið í øllum virkinum.
Lat upp fyri møguleikunum við vitlíki uttan at fara uppá kompromis við trygdini.
Pætur Mortensen - undirvísari
Við yvir 10 ára royndum innan menning av vitlíki í ymsum vinnugreinum hevur Pætur Mortensen bæði serkunnleika og praktiskar royndir sum undirvísari.
Hann hevur undirvíst í tøkniligum lærugreinum til bachelor’s útbúgvingar fyri Middlesex University á Marbella Design Academy, og hevur hildið tøknilig skeið og verkstovur fyri virkjum í Føroyum og runt í Evropa.
Seinastu 15 árini hevur hann arbeitt tætt saman við leiðslum í fyritøkum og stovnum, har hann hevur ráðgivið og vegleitt í implementering av tøkni og vitlíki fyri at loysa kompleksar avbjóðingar innan menning og rakstur.
Hendan blanding av tøkniligari vitan, vinnuroyndum og frálæruførleika ger Pætur føran fyri at gera vitlíki atkomuligt, ítøkiligt og strategiskt virðismikið fyri virkir og teirra leiðslu.